Byrja á heimavølli móti Kasakstan

Byrja á heimavølli móti Kasakstan
Skráin fyri UEFA Nations League bólkaspælið hjá monnum er klár. Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygardagin 26. septembur ímóti Kasakstan
Føroyska landsliðið, sum spældi móti Kroatia í novembur í 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
13.02.2026 - 09:56

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League bólkaspælinum hjá monnum. Føroyar komu í bólk C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

– Hetta var onkrastaðni ímillum tað sum vit ynsktu og tað sum vit fryktaðu. Nú ræður um at vit eru klárir, samstundis sum vit skulu trúgva uppá, at vit kunnu klára okkum væl, og fara síðani eftir tí heilt stóra, segði landsliðsvenjarin hjá monnum, Eyðun Klakstein.

Leikskráin er nú klár, og har sæst, at Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygardagin 26. septembur klokkan 17:00 ímóti Kasakstan, skrivar Fótbóltssambandið.

Leikdaganar verða annars 29. septembur, 2. og 5. oktobur, og 12. og 15. novembur, tá Moldova kemur á vitjan í Føroyum.

Leikskráin, UEFA Nations League 2026-2027:

26. sept. Føroyar – Kasakstan (17:00)

29. sept. Moldova – Føroyar (19:45)

2. okt. Føroyar – Slovakia (19:45)

6. okt. Kasakstan – Føroyar (15:00)

13. nov. Slovakia – Føroyar (19:45)

16. nov. Føroyar – Moldova (15:00)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337