Vilja heldur hava íbúð enn sethús

Vilja heldur hava íbúð enn sethús
Tøl frá meklarafyritøku vísa, at síðani 2021 eru bygdar fleiri íbúðir enn sethús í Norðoyggjum, og gongdin er tann sama í Eysturkommunu og í Havn
Íbúðarbygging á Argjum. Byggimynstrið er broytt, og størri eftirspurningur er eftir íbúðum enn sethúsum.
 
12.02.2026 - 09:40

- Eftirspurningurin eftir íbúðum er sera stórur, og bústaðarmynstrið er í broyting. 

Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú nógv bendir á, at byggimynstrið kring landið broytist.

Áhugin fyri grundøkjum til sethús minkar, meðan eftirspurningurin eftir íbúðum veksur. 

Tøl frá meklarafyritøkuni Skyn fyri nýbygging av bústøðum í Norðoyggjum vísa, at síðani 2021 eru á hvørjum ári bygdar fleiri íbúðir enn sethús.

Í nýggju útstykkingini á Fossum í Klaksvík er nógv størri eftirspurningur eftir íbúðum, og broytta byggimynstrið sæst eisini aftur í Eysturkommunu og Tórshavnar kommunu.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindum: 

 

12022026_Byggimynstur

 

Sí eisini: Vilja heldur hava íbúðir enn grundstykki í Klaksvík

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337