Tað verður ungt, tungt, hart og hoyrt í LEITISSTEIN

Tað verður ungt, tungt, hart og hoyrt í LEITISSTEIN
Rokkurin hevur fingið fótafesti aftur á tónleikapallinum. Liminir í Tunghoyrt eru gestir í LEITISSTEIN í dag, fríggjadagin, kl. 13 í sambandi við debut-EPin, "Ójó", er útgivin
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
12.02.2026 - 23:46

Tað var einaferð, at rokktónleikurin ráddi fyri borgum á bæði altjóðá og heimliga tónleikapallinum. Tað eru nú nokk so nógv ár síðani. 

Men okkurt tykist broytt, tí rokkurin hevur aftur fótað sær bæði á altjóða og heimliga tónleikapallinum. 

Í USA gongur bólkurin Turnstile undan, í Danmark blaðungu menninir í Ashes of Billy, meðan her heima er tað Tunghoyrt. 

Tunghoyrt kom við buldur og brak inn í hvørja stovu í landinum, tá bólkurin bergtók við einari sera orkufyltari Sement-luttøku í fjør. 

 

Gingið við rúkandi ferð

Síðani hevur tað gingið við fúkandi ferð hjá ungu monnunum, sum nú eru klárir við sínari fyrstu EP, ið hevur fingið hóskandi navnið "Ójó". 

Og í dag vera ungu menninir í Tunghoyrt gestir í LEITISSTEIN live í útvarpinum klokkan 13, og teir gleða seg. 

20260212_REEL_LEITISSTEIN_TUNGHOYRT

 

Ímyndin av einum rokkbólki

Tunghoyrt er ímyndin av einum góðum rokkbólk.

Bólkurin hevur ein sera karismatiskan oddamann í Jóna Strøm, ið syngur og skilir, at hann skal tøla áhoyrararnar, ein knasandi dugnaliga gittarleikara, Helge Marius Greve, og so eina góða grund við Erik Reynheim á bassinum og Bjarna Jakobsen á trummunum. 

"Ójó" er ein myrk og rá EP, har Tunghoyrt granska tær mest óhugnaligu síðurnar av menniskjaligum kenslum og atburði.

EPin ferðast gjøgnum evni sum tráan, øvund, miss og moralskt forfall – søgur har innara stríðið spakuliga vendir seg til oyðleggjandi handlingar.

 

Sanglisti:
1. Raptus
2. Tupilak
3. Ikki skríggja
4. Eysturav
5. Halt teg vekk
6. Tveitan

 

Framleiðsla: Benjamin Petersen
Permumynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Grafikk:Jónsvein Mikkelsen
Mastering: Raelynn Janicke Mastering Engineer Infrasonic Sound
Útgivið: TUTL

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337