Sissal er klár til leygarkvøldið

Sissal er klár til leygarkvøldið
- Eg føli meg væl fyri, og røddin hevur tað gott, men eg eri eisini øgiliga nervøs, sigur Sissal, sum leygarkvøldið luttekur í Melodi Grand Prix
 
12.02.2026 - 12:50

- Eg helt, tað fór at vera betri hesa ferð, men eg føli, at tað er eitt annað press í ár.

Soleiðis sigur føroyska sangarinnan, Sissal.

Nú leygarkvøldið klokkan sjey føroyska tíð er danska sangkappingin Melodi Grand Prix á skránni, og annað árið á rað er Sissal við.

Mikudagin kom Sissal til Frederikhavn, har stóra tónleikatiltakið fer fram í ár. Dagarnar áðrenn leygardagin hevur hon úr at gera við at royna pallin, ljóð, dans og klæðir.

Og hóast havnardaman var við í Melodi Grand Prix seinasta ár, er hon alt annað enn avslappað hesa ferð.

- Eg havi tað gott, men eg eri øgiliga nervøs, sigur Sissal, sum eftir ætlan hevur bæði familju og vinir í salinum, tá hon skal upptraðka leygarkvøldið.

Hóast hon ikki vil avdúka alt ov nógv um framførsluna leygarkvøldið, sigur hon, at hon hevur ein mannligan dansara afturat sær á pallinum, og at klæðiini, hon fer í, bera brá av ítrótti og leðri.

Í morgunsendingini greiðir Sissal frá seinastu fyrireikingunum.

1794550

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166