Kvinna úr Filipsoyggjum bíðar eftir p-tali fyri at fáa arbeiði

Kvinna úr Filipsoyggjum bíðar eftir p-tali fyri at fáa arbeiði
Carol Findleton er gift manni úr Føroyum og bíðar enn eftir p-tali frá Útlendingastovuni
Carol Findleton bíðar eftir p-tali frá Útlendingastovuni.
 
12.02.2026 - 13:07

Carol Findleton úr Filipsoyggjum hevur bíðað í fleiri mánaðir eftir p-tali frá Útlendingastovuni, síðani hon flutti til Føroya í august í fjør.

Meðan hon bíðar, kann hon ikki arbeiða, og barn hennara fær ikki somu møguleikar sum floksfelagarnir.

Carol Findelton er gift manni úr Føroyum.

- Hvørja ferð, eg vendi mær til okkurt virki um arbeiði, siga tey, at eg havi brúk fyri einum p-tali. So, eg kann einki gera. Vit hava roynt seta okkum í samband við Útlendingastovuna, men enn hava vit einki svar fingið. 

Tannáringabarnið hjá Carol Findleton er byrjað í skúla, men nú er ætlanin at flokkurin skal á námsferð, og tað ørkymlar Carol.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Utlendingastova_og_p-tal

 

Í løtuni hevur Útlendingastovan 1.874 mál, sum ikki eru avgreidd. 

Tað upplýsir landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum í svari uppá grein 52 fyrispurning.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221