Sjey fólk deyð av skottilburði í kanadiskum skúla

Sjey fólk deyð av skottilburði í kanadiskum skúla
Ein kvinna, sum er undir illgruna fyri at vera gerningskvinnan, var funnin deyð fyri egnari hond inni í skúlanum
Tað var í hesum skúlanum býnum Tumbler Ridge í kanadiska landspartinum British Columbia, at skjótingin var.
Mynd: Trent Ernst/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.02.2026 - 14:40

Sjey fólk vóru dripin á einum skúla í býnum Tumbler Ridge í kanadiska landspartinum British Columbia í nátt okkara tíð.

Tvey onnur fólk vóru funnin deyð í einum húsum nærindis. 

Ein kvinna, sum er undir illgruna fyri at vera gerningskvinnan, var funnin deyð fyri egnari hond inni í skúlanum. Løgreglan hevur ikki eyðmerkt gerningskvinnuna og hevur heldur einki sagt um, hví skotið var á skúlanum.

Løgreglan í Kanada sigur, at fleiri enn 25 fólk særd. Tað stendur um lív hjá tveimum teirra, sum vóru flutt á sjúkrahús við tyrlu.

Tað er sjáldsamt at skotið verður á skúlum í Kanada.   

 

175 næmingar

Býurin Tumbler Ridge er meiri enn 1.000 kilometrar norðan fyri Vancouver, og nærindis markinum til Alaska. 175 næmingar ganga á skúlanum. 

Borgarstjórin í Tumbler Ridge, Darryl Krakowka, sigur, at alt nærsamfelagið er í sorg. 

- Tað er oyðileggjandi at hoyra, hvussu nógv eru deyð í einum samfelagi, sum telur 2700 fólk, segði hann. 

 - Eg havi búð her í 18 ár, segði Krakowka, og legði aftrat:

- Eg kenni helst hvønn einasta av teimum deyðu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337