Epstein-skjøl: Órinið tikið frá Thorbjørn Jagland

Epstein-skjøl: Órinið tikið frá Thorbjørn Jagland
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin var aðalskrivari í Evroparáðnum í 10 ár
Thorbjørn Jagland er undir illgruna fyri grova korruptión.
Mynd: NTB/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.02.2026 - 10:57

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland, hevur mist órin sítt í Evroparáðnum, har hann var aðalskrivari frá 2009 til 2019. 

Fyrrverandi aðalskrivarin hevur havt órin fyri arbeiði sítt sum aðalskrivari, men ein samd ráðharranevnd avgjørdi at taka órinið frá honum í dag. 

 - Avgerðin tekur støði í avdúkingum í miðlunum síðani november 2025, tá amerikanskir myndugleikar almannakunngjørdu skjøl í Epstein-málinum, skrivar Evroparáðið um avgerðina. 

Thorbjørn Jagland er undir illgruna fyri grova korruptión, og tað er tí, at norska politieindin, Økokrim, umvegis norska uttanríkisráðið hevur heitt á Evroparáðið, um at taka órinið frá Thorbjørn Jagland.

 

Var væntandi

Sakførarin hjá Jagland - Anders Brosveet, sigur í einum tíðindaskrivi at tað var væntandi, at Evroparáðið fór at taka órinið frá Jagland. 

 - Jagland fer at samstarva við kanningina, fyri at øll viðurskifti skulu gerast greið.

Hann leggur aftrat, at Thorbjørn Jagland tekur málið í stórum álvara, men leggur dent á, at hann heldur ikki, at talan er um revsiverd viðurskifti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337