G! skráin fer at líkjast: Oyðimarkarblús og droymandi fólkatónleikur

G! skráin fer at líkjast: Oyðimarkarblús og droymandi fólkatónleikur
Aftur í ár ber til at uppliva oyðimarkarblús frá reikfólki á G!, nú bólkurin Tamikrest úr Malavi er kunngjørdur til festivalin í summar
 
10.02.2026 - 15:50

Tamikrest (ML)

G! festivalurin hevur eina sterka siðvenju at bjóða føroyingar øðrvísi konsert- og mentanarupplivingar, ið tú ikki fært aðrar tíðir á árinum, enn í Syðrugøtu mitt í juli.

Nú ber í grundini eisini til at siga, at G! hevur eina sterka siðvenju at bjóða føroyingum oyðimarkarblús, og árið í ár verður einki undantak. 

Tamikrest úr Mali legst nú afturat øðrum oyðimarkar-nøvnum sum Songhoy Blues, Bombino, Omar Souleyman og Samba Touré, ið øll hava framført á G! festivalinum. 

Talan er bólk, ið hevur limir av Tuaregfólkinum, sum eru reikfólk (normadar) úr Saharaoyðimørkini.

Hesi hava sín egna tónleikaliga samleika, sín Tuaregtónleik, sum er hypnotiskur, rútmiskur og messandi.

Hugtakið oyðimarkarblús er vorðið heimskent seinastu áratíggjuni, og tað hendi, tá ið Tuaregupprunatónleikurin bleiv blandaður við elgittara og blústónleiki.

 

Alterne (DK/ ES/BE)

Eitt nýtt og spennandi navn á fólkatónleikarapallinum er bólkurin Alterne, við limum úr Danmark, Estlandi og Belgiu.

Danska Ida Marie Jessen syngur vøkru vísukendu løgini, estiska Maimu Jõgeda spælir harmoniku, og belgiski Oscar Beerten spælir violin.

Oscar beerten er kanska eitt navn, ið fólk við áhuga fyri tónleiki her á klettunum. Oscar er onnur helvtin av bólkinum Raske Drenge, sum hann hevur saman við Ragnar Finssyni, og hvørs tónleik vit hoyra nærum dagliga í útvarpslurtinum. Tú kennir onkursvegna eisini tónan hjá Raske Drenge aftur í tónleikinum hjá Alterne.

Upprunin hjá G! festivalinum er óloysiliga knýtt at fólkatónleikinum, tí nógv av nøvnunum, sum spældu á festivalinum fyrstu árini, vóru í Føroyum í sambandi við Summartónar. Alterne er einki undantak, tí bólkur vitjar í Føroyum í sambandi við Fólkatónleikarastevnuna. 

 

Marianna Winter (FO)

Um nakrar mánaðir letur Marianna Winter frá sær sína fyrstu heildarútgávu, sum hon hevur gjørt í samstarvi við Ragnari Finsson.

Nøkur staklø eru longu útgivin, og sambært G! festivalinum, so boðar tað so mikið frá góðum, at Marianna Winter er bókað at koma at spæla á festivalinum.

Talan verður um eitt lítið stílbrot frá Marionnu, ið vit hava kent fyri at spæla mest R'n'B. Nýggja lóðið er bæði skitið, men samstundis ótrúliga vælljóðandi. "Eitt slag av skitnum og undurfullum poppi," skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi. 

Úttrykkið er helst eitt natúrligt úrslit av, at "Marianna er hálv kalifornisk L.A.-dama og hálv streymoysk havnadama," sum tað stendur skrivað í tíðindaskrivinum.  

 

Elinborg (FO)

Eivør hevur í nógv ár verið afturvendandi bygdargenta úr Syðrugøtu, ið spælir á heimabeiti á G! hvørt ár. Men nú er ein onnur av Pálsdóttir-systrunum eisini gjørt sína innrás. Elinborg hevur veruliga tikið dik á seg seinnu árini, og í oktober í fjør útgav hon sína fyrstu heildarútgávu, "Í ævir".

Elinborg bleiv upprunaliga kend fyri sínari singer/songwriter-sangir, ið hon hevði skrivað og innspælt við gittaranum. Men við "Í ævir", so hevur hon lagt seg eftir einum myrkum, elektroniskum, norðurlendskum ljóði, sum hevur vakt stóran ans uttanlands. Herfyri spældi Elinborg í Meksiko til stórt átak, har hon gav sítt umráðandi íkast, tá ið ljós skuldi varpast á norðurlendskan tónleik. 

Hóast Elinborg júst hevur útgivið sína fyrstu heildarútgávu, so er hon byrjaði upp á ta næstu. 

 

Nú hesi fýra nøvnini eru løgd afturat G! skránni, so skerst ikki burtur, at skráin byrjar at líkjast. 

Enn væntar at stóru høvuðsnøvnini blíva kunngjørd, men bulurin í skránni tykist vera upp á pláss. 

So tað er bara at gleða seg til tónleikahátíðina í Syðrugøtu 16. til 18. juli. 

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16. - 18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Tamikrest (ML)
Jerub (UK)
Marianna Winter (FO)
Tunghoyrt (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337