Hava ikki nóg gott tilfar at kunna góðkenna Suðuroyartunnilin

Hava ikki nóg gott tilfar at kunna góðkenna Suðuroyartunnilin
Hetta hevur tunnilsfelagið fingið at vita frá Landsverki tvær ferðir
Fíggjarnevndin hevur aftur í dag fund við Løgmansskrivstovuna og tunnilsfelagið um Suðuroyartunnilin.
 
09.02.2026 - 08:04

Landsverk sigur seg ikki hava fingið nóg gott tilfar til at kunna góðkenna Suðuroyartunnilin.

Í høvuðsheitum, tí óheftir partar ikki hava gjørt tilfarið.

Tað er annars ein treyt í slíkum førum.

Hetta hevur tunnilsfelagið fingið at vita frá Landsverki tvær ferðir.

Tað sæst í svari frá Landsverki til Løgmansskrivstovuna, sum spurdi, hvat Landsverk meinar við, tá stovnurin sigur, at tilfarið ikki er nøktandi til góðkenningararbeiðið.

 

Fundur í dag

Aftur í dag skulu Løgmansskrivstovan og partafelagið Suðuroyartunnilin í fíggjarnevndina, sum viðger uppskotið um Suðuroyartunnilin.

Fíggjarnevndin skal lata álit um Suðuroyartunnilin í næstu viku, 18. februar.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í nevndini, hevur sagt við Kringvarpið, at tað fer nevndin at gera.

11 onnur mál eru á skránni hjá fíggjarnevndini í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166