Gransking: Flytfør og vaksin laksalús smittar ikki millum alibrúk

Gransking: Flytfør og vaksin laksalús smittar ikki millum alibrúk
Granskingin vísir, at har flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk, so smitta seiðalýs illa, tí vaksnar lýs ferðast millum fisk.
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikki millum alibrúk.
Mynd: Sandra L. Østerø, Verkfrøðingur MSc, Firum.  
 
09.02.2026 - 15:12

Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikki millum alibrúk. Men tað gera seiðalýs.

Tað er niðurstøðan í einari grein, sum Gunnvør á Norði, Birgitta Andreasen, Kirstin Eliasen og Tróndur Kragesteen, sum øll eru granskarar á Firum, Lars Are Hamre, granskari á universitetinum í Bergen, og Signar Pætursonur Dam, sum er havbiologur hjá Bakkafrosti, júst hava givið út í Vísindaliga tíðarritinum, Aquaculture.

Tað sigur Firum í einum tíðindaskrivi í dag.

Granskingin vísir, at har flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk, so smitta seiðalýs hinvegin í stóran mun við, at vaksnar lýs ferðast millum fisk.

Ein spurningur, sum ofta verður settur, er, um laksalýs, sum detta av laksinum í samband við avlúsingar, kunnu smitta onnur alibrúk og á tann hátt økja um laksasmittuna á alibrúkum aðrastaðni, tá tað verður avlúsað.

 

Sera sjáldsamt

Men úrslitini vísa, at tað er sera sjáldsamt, at laksalús setur seg á fiskin sum vaksin ella flytfør lús. Í staðin smittar hon einamest við, at larvur ferðast við streyminum, til tær finna ein vert og síðan búnast víðari.

Av teimum tilsamans 1.492 aliringunum sum vóru í datasettinum, var tað bara ávíst í 50 ringum, at laksalús var komin á fiskin sum flytfør ella vaksin, og av hesum var tað bara í fimm førum, at nærmasta kelda til lús var eitt annað alibrúk, ella ein onnur ikki staðfest kelda.

 

Seiðalús vanlig á alifiski

Seiðalús er eisini vanlig á alifiski , eins og hon finst á flestu fiskasløgum kring oyggjarnar, skrivar Firum.

Tá hugt var at smittu við seiðalús, var søgan ein heilt onnur. Vaksnar seiðalýs, sum skifta vert, stóðu fyri heili 44 prosentum av smittutrýstinum. Og í tíðarskeiðinum, tá seiðalúsatalið á alifiski øktist, var tað einamest smitta við vaksnum lýs. 

- Hetta ger, at avbjóðingin, hvussu seiðalúsin smittar, er heilt øðrvísi enn laksalús. Tí ber ikki til at kopiera fyribyrgingar- og avlúsingarhættir móti seiðalús frá vitanini, sum í dag er um laksalús, skrivar Firum.

Les meira her.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337