Føroyar í næstovasta styrkisbólki til HM-lutakastið

Føroyar í næstovasta styrkisbólki til HM-lutakastið
Um tað eydnast manslandsliðnum í hondbólti at spæla seg til HM-endaspælið í Týsklandi, verða Føroyar í næstovasta styrkisbólkinum til lutakastið í juni
Føroyar verða í næstovasta styrkisbólki til HM-lutakastið, um tað eydnast at spæla seg framvið Bosnia Hersegovina ella Kosovo í playoff-umfarinum í mai
Mynd: Cornelius Poppe/NTB/RitzauScanpix  
 
09.02.2026 - 19:02

Føroysku hondbóltsmenninir verða í næstovasta styrkisbólkinum til HM-lutakastið í juni, treytað av at teir vinna á Bosnia Hersegovina ella Kosovo í playoff-umfarinum í mai.

Tað skrivar altjóða hondbóltssamgongan IHF í dag.

Føroyar sleppa tískil undan londum sum Fraklandi, Spania og Norra í bólkaspælinum, um hesi sum væntað vinna sínar playoff-dystir. 

 


Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki til HM-lutakastið, sum verður í München 10. juni

 

Trettan HM-pláss eru framvegis eftir at spæla um, meðan 19 lond longu hava tryggjað sær plássið í Týsklandi. Við úr Evropa eru Danmark, Týskland, Ísland, Kroatia, Portugal og Svøríki.

HM-kappingin verður í Týsklandi frá 13. til 31. januar næsta ár, og, München, Magdeburg, Kiel and Stuttgart verða vertsbýir fyri bólkaspælinum. Miðumfarsbólkarnir verða spældir í Køln and Hannover.

Endaspælið við fjórðingsfinalum, hálvfinalum og finalu verður í Lanxess Arena í Køln.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337