VIDEO: Fyrsta royndin við nót hjá nýggja Finni Fríða

VIDEO: Fyrsta royndin við nót hjá nýggja Finni Fríða
Nýggi Finnur Fríði fiska í løtuni lodnu í íslendskum sjógvi saman við øðrum skipum. Hetta er fyrsta royndin hjá nýggja Finni Fríða við nót. Skiparin er væl nøgdur
Nýggi Finnur Fríði til lodnufiskiskap í íslendskum sjógvi út fyri Vatnajøkul
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
08.02.2026 - 18:32

Skipini hava nú fingið størri lodnukvotu í Íslandi, tí kunngerðin um størri heildarkvotu er komin.

Nú er hon 9.446 tons.

Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið 1574 tons í part, og Høgaberg og Norðborg hava fingið 2.362 tons í part.

 

Fyrsta royndin við nót

Fyri nýggja Finn Fríða er fiskiskapurin eitt sindur sermerktur. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at nýggja skipið hjá Varðanum roynir við nót. 

Hesa upptøkuna av nýggja Finni Fríða á lodnuveiðu út fyri Vatnajøkul gjørdi Sigmund av Teigum: 

Andri Hansen, skipari umborð á Finni Fríða, letur væl at fyrstu royndini við nót. 

"Skipið riggar avbera væl til nót. Tá skipið bleiv teknað og bygt, bleiv lagdur stórur dentur á at skipið skuldi vera eitt gott nótaskip. Úrslitið er gott," staðfestir Andri Hansen. 


Mynd: Sigmund av Teigum

 

Ein treyt fylgja tó við størru lodnukvotuni í íslendskum sjógvi. Hon er, at til og við 17. februar sleppa skipini at landa í mesta lagi 1771 tons til frystingar uttan fyri Ísland ella frysta lodnuna umborð. 

Eftir 17. februar sleppa tey at landa til frystingar uttan fyri Ísland ella frysta umborð í mesta lagi 1000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604