SF26: Annika Hoydal spælir á Summarfestivalinum í summar

SF26: Annika Hoydal spælir á Summarfestivalinum í summar
Eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í summar verður livandi legendan, 80 ára gamla Annika Hoydal, ið er still going strong
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2026 - 21:31

"Livandi legendan Annika Hoydal spælir stóra og savnandi konsert á Vágsbø, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august."

Soleiðis skrivar Sumamrfestivalurin á bæði heimasíðu og sosialu miðlunum. 

Annika Hoydal, sum herfyri kundi feira ein 80 ára føðingardag, er ein tann størsta stjørnan í føroyska mentanarlívi yvirhøvur. 

Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon verið sangari, sangskrivari og sjónleikari í Føroyum og uttanlands, og hon er framvegis virkin á føroyska mentanarpallinum.

Annika Hoydal hevur sum solistur og sum partur av Harkaliðnum sungið eina langa røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn: "Aldan", "Í dans", "15 ár", "Lisa", "Ólavur Riddararós" og fleiri.

Annika Hoydal hevur áður vitjað Summarfestivalin, og einaferð var í 2013. Tá hevði hon Kaj Johannesen, sála, á bassinum og Eyðun Morh Hansen og Jógvan Dahl, sála, á gittarum afturat sær.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604