Hoydalar: Allar framførslurnar lagdar á Youtube

bannari
Hoydalar: Allar framførslurnar lagdar á Youtube
Allir seks sangirnir hjá Martini Joensen, sum spírarnir tulkaðu, eru lagdir á youtube-rásina hjá Kringvarpi Føroya. Arbeitt verður við at fáa teir út á Spotify eisini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2026 - 12:50

Kringvarpið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum vilja síggja og hoyra framførslurnar frá fyrsti parti av Hoydølum á ávíkavíst Youtube og Spotify.

Til hetta er at siga, at Kringvarpið arbeiðir í hesum døgum at fáa rættindi og annað upp á pláss, so sangirnir kunnu stroymast á Spotify.

Okkurt bendir á, at tað fer at bera til - kanska seinni í mánaðinum.

 

Á Youtube-rásini hjá KVF

Kortini er eydnast at leggja alla framførslurnar - bæði ljóð og mynd - út á okkara YouTube-rás.

Her er leinkjan: Youtube-rásin hjá Kringvarpinum

Har ber til at enduruppliva allar seks framførslurnar - hvør sær.

Og man ikki har koma nakrar afturat, so hvørt hóskvøldini fara framvið?

 

ANNA LOVISA: "Gestur" eftir Martin Joensen

 

BJARKI: "Spor í sandi" eftir Martin Joensen

 

EMMA: "Morgun" eftir Martin Joensen

 

FILIP: "60'ini" eftir Martin Joensen

 

JÓHANNA: "Ró" eftir Martin Joensen

 

SOPHILIA: "Motormani" eftir Martin Joensen

 

Fyrsti partur á KVF Sjón

Tað ber sjálvandi eisini til at síggja fyrsta av fimm pørtum av Hoydølum á KVF Sjón

Hoydalar er nýggju og spennandi tónleikarøð, har seks ungir spírar tulka sangir hjá fimm kendum stjørnum. 

Fyrsta stjørnan í fyrsta parti var Martin Joensen. 

Hvørjar hinar stjørnurnar vera er enn loyniligt, men tað verður avdúkað, so hvør hóskvøldið nærkast. 

 

Spírarnir eru: 

Bjarki Virgarsson Trondesen, 13 ár, Vestmanna, men býr í Havn
Emma Højgaard, 17 ár, Havn, men býr í Danmark
Jóhanna Sámalsdóttir, 18 ár, Toftir
Sophilia Wraae Mukisa, 18 ár, Havn
Filip á Smið, 19 ár, Kaldbak
Anna Lovisa Mýri, 20 ár, Klaksvík

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

*Alt tilfar um Hoydalar verður savnaða á temasíðu á kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604