Vikugesturin: Styrkin er at kenna sínar veikleikar

Vikugesturin: Styrkin er at kenna sínar veikleikar
Rúni Martinsson Djurhuus var vikugestur
Rúni Djurhuus - altíð á ferð
 
07.02.2026 - 12:55

- Sjálvt um tað virkar kaotiskt, og man kanska ikki altíð skilir tað, sum hann sigur, so fellur tað altíð til hansara fyrimun. 

- Hann hevur altíð nógvar bóltar í luftini, men samsundis hevur hann stórt álit á starvsfólkunum hjá sær. 

Vinmaðurin og starvsfelagin eru samdir um, at Rúni Djurhuus hevur øgiliga orku og nógv hugskot, men hann dugir eisini at fáa fólk afturat sær, sum duga alt tað, sum hann ikki dugir. 

Sjálvur er hann vísur í, at hann hevur nógvar bókstavir, men hann veit hinvegin ikki sjálvur, hvussu nógv parta- og smápartafeløg, hann eigur.

- Tað er sum eitt drøgg fyri meg at fáa okkurt at rigga, sigur hann.

Rúni Martinsson Djurhuus er útbúgvin kokkur, men tað er sum íverksetari, stjóri, fyriskipari og mangt annað, hann er kendur. Altíð á ferð og altíð í fer við okkurt. Sum barn var hann happaður í skúlanum, men hann hevði eisini nógvar vinir, sum slóu manngarð um hann. 

- Eg haldi, at tað fekk meg at siga, at eg skal vísa teimum, hvat eg kann. Tað gjørdi meg sterkan.

Hoyr alla samrøðuna við Rúna Djurhuus.

1793727

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337