Sirið um arbeiðsvikuna: Forðingin er ikki hjá okkum

Sirið um arbeiðsvikuna: Forðingin er ikki hjá okkum
Hóast undirtøka ikki er fyri tí í samgonguni, er ætlanin um styttu arbeiðsviku ikki slept. Trupulleikin er ikki í okkara flokki, sigur forkvinnan í Tjóðveldi
Ætlanin at stytta arbeiðsvikuna er ikki slept, hóast undirtøka ikki er fyri tí í samgonguni, tvíheldur forkvinnan í Tjóðveldi um.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2026 - 14:02

- Vit varða ikki av økinum, men eg kann tosa fyri okkara flokk: Vit taka undir við, at mann fer undir eina tilgongd stytta arbeiðsvikuna -  og tað hava vit ført fram hvøja ferð tað hevur verið á borðinum, so Tjóðveldi er ikki nøkur forðing fyri at stytta arbeiðsvikuna, sigur Sirið Stenberg. 

Eg dugi gott at síggja, at tíðin gongur, og tað er trupult at koma heilt niður í 37 tímar. Ti tað má gerast yvir tíð, men vit eru við uppá at seta hol á tilgongdina, leggur hon aftrat. 

Ætlanin at stytta arbeiðsvikuna er sostatt ikki slept, hóast undirtøka ikki er fyri tí í samgonguni. Tað tvíheldur forkvinnan í Tjóðveldi um: Trupulleikin er ikki í okkara flokki, sigur Sirið Stenberg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

1793721

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604