Stórt smishingálop

Stórt smishingálop
Í løtuni herjar eitt stórt og álvarsamt álop í Føroyum í SMS-boðum og telduposti
Fólk vera biðin um at ansa eftir SMS-boðum.
 
06.02.2026 - 06:55

Í løtuni herjar eitt stórt og álvarsamt álop í Føroyum í SMS-boðum og telduposti.

Nógv fólk fáa boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum. 

Endamálið er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening.

Tað siga Talgildu Føroyar, peningastovnarnir og politiið í ávaring um smishingálop.

Í SMS-boðunum er eitt leinki. 

Trýsta fólk á leinkið, koma tey á eina heimasíðu, sum líkist veruligari føroyskari heimasíðu, til dømis hjá peningastovni, posthúsi ella nethandli. 

Har vera fólk so biðin um at upplýsa kortnummar, loyniorð ella at rita inn við Samleikanum. 

Ikki trýsta á

Tað er sera týðandi, at fólk ikki trýsta á ókend leinki, stendur á ávaringini.

Myndugleikar og peningastovnar biðja ongantíð fólk um at rita inn ella upplýsa loyniorð gjøgnum eitt leinki í SMS-boðum ella telduposti.

Ráðini til teirra, sum hava trýst á leinkið, eru at rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt.

Ring til peningastovnin, um óregluligt virksemi er í netbankanum.

Er illgruni um Samleikan, eiga fólk at fara undir stillingar og endurnýggja Samleikan og fáa sær nýtt loynital.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454