Frá barnafjasi til lívlangan kærleika

Frá barnafjasi til lívlangan kærleika
Tey vóru bert børn, tá tey lovaðu hvør øðrum trúskap við einari hálsketu úr Rokoko. Nú, trý áratíggju seinni, er kærleikin sterkari enn nakrantíð.
 
05.02.2026 - 10:07

Hóast tey bert eru 40 og 37 ára gomul, hava Anja Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen longu deilt lívið í trý áratíggju.

Tá Sam var sjey ára gamal, hugsaði hann kanska ikki nógv um gentur, men tað var Anja, sum fyrst fekk eitt gott eyga á fitta drongin í grannalagnum. Tey spældu nógv saman sum børn, og vinalagið var altíð gott.

Tað hevur í grundini altíð verið Sam og Anja. Tað byrjaði sum barnafjas, og til ein føðingardag fekk Sam eitt bræv í hondina frá einari vinkonu. Boðskapurin var einfaldur: "Vilt tú vera par? Ja ella nei".

Sam setti kross við "ja", og sum prógv um kærleikan fekk hann eina hálsketu við einum hálvum hjarta, sum Anja hevði keypt í Rokoko. Hina helvtina bar hon sjálv.

Nøkur ár seinni, tá Anja fór at ganga í framhaldsdeild í Fuglafirði, kom ein lítil steðgur í sambandið. Steðgurin var stuttur - frá 29. juli til 29. september - og Anja minnist enn neyvu dagfestingina. Men tá tey funnu saman aftur, var tað við størri álvara.

Tey fluttu seg úr barnafjasinum og inn í tann vaksna kærleikan. Ein dagin tók Sam í hondina á Anju, og tey fóru ein túr til gongu í Syðrugøtu. Tey løgdu seg niður á vegin tætt við spæliplássið, og júst tá fór eitt stjørnuskot um himmalhválvið. Tað var løtan, har tey bæði kendu á sær, at hetta var tað rætta.

Síðan tá hava tey verið ósundurskiljandi. Í dag eru Anja og Sam gift og eiga seks børn saman.

Morgunsendingin vitjaði parið í Norðragøtu til eitt prát um kærleika, tolsemi og lívið saman í 30 ár.

Øll samrøðan kann hoyrast her:

1792915

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531