Einabúgvin Mikkjal farin

Einabúgvin Mikkjal farin
Í gjáramorgunin andaðist viðingurin Mikkjal Lodmund Sørensen, sum í 57 ár búleikaðist einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Hann fylti annars 90 ár í desember
Mikkjal Lodmund Sørensen, ið livdi sum einabúgvi á einari grønlendskari oyggj í 57 ár, var 90 ár, nú hann andaðist
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
04.02.2026 - 20:18

Tað vakti ans, tá Tórður Mikkelsen var á túri í Grønlandi í 2021 og vitjaði einabúgvan Mikkjal Lodmund Sørensen á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi.  

Mikkjal, ið tá var 86 ára, var ættaður av Viðareiði og fór til Grønlands á vári í 1964 at rógva út og hevur ongantíð verið aftur í Føroyum

Í gjáramorgunin andaðist Mikkjal Lodmund Sørensen, sum náddi at fylla 90 ár í desember. 

Hesi seinastu árini búði Mikkjal á ellisheimi í Qaqortoq.

Leygardagin fekk hann ein blóðpropp og varð lagdur inn á sjúkrahúsið og vaknaði ikki aftur.

 

LES EISINI: Einsamallur á grønlendskari oyggj í 56 ár

 

Einabúgvin bleiv ein býarmynd

Í Qaqortoq siga tey, at Mikkjal hesi seinastu árini bleiv ein býarmynd, sum øll kendu og vóru góð við.

Eins og í Føroyum hildu tey tað vera sera sjáldsamt, at maðurin hevði klárað at búleikast einsamallur í so mong ár á oynni Kingitoq

Hóast Mikkjal livdi so nógv ár einsamallur, so hevur hann trivist væl á ellisheiminum. Hann kláraði at halda tríggjar føðingardagar har, og hann elskaði at vera miðpunkt, siga tey.


Mynd: Tórður Mikkelsen

 

Heimið brendi

Árið eftir, at Tórður Mikkelsen hevði vitjað Mikkjal úti í Kingitoq í 2021, brann heimið hjá honum í grund.

Og sjálvt um Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum við síðuna av, endaði tað við at hann kom inn í býin, Qaqortoq, og har hevur hann sum sagt búð á ellisheiminum seinastu árini.

Tórður Mikkelsen, journalistur, gjørdist møtið við einabúgvan Mikkjal ein serlig uppliving. Á Facebook-síðuni hjá Við Tórði á túri skrivar Tórður: 

"Fyri meg hevur vitjanin hjá Mikkjali úti í oynni verið ein tann minniligasta uppliving í mínum yrki. Tað var áhugavert at hitta hendan einabúgvan av Viðareiði, sum var ein so gløggur eygleiðari mitt í náttúruni, og sum hevði varðveitt tað málið viðingar tosaðu, tá hann fór heimanífrá. Burtur úr hesari vitjan komu tvær útvarpssendingar."

Mikkjal, sum fór til Grønlands í 1963 og ongantíð hevur verið aftur í Føroyum, fer til gravar í Qaqortoq hósdagin.


Mynd: Tórður Mikkelsen

 

Sendingar og videobrot

Við Tórði á túri-sendingarnar um einabúgvan av Viðareiði kunnu hoyrast á KVF Ljóð ella her niðanfyri: 

HOYR EISINI: Við Tórði á túri: Einabúgvin á Viðareiði (1:2)
HOYR EISINI: Við Tórði á túri: Einabúgvin á Viðareiði (2:2)

Í sambandi við vitjanina, so filmaði Tórður Mikkelsen eisini Mikkjali Lodmundi Sørensen, og hvussu hann livdi út í Kingitoq. 

Tað bleiv sett saman til hetta lítla videobrotið.

211028_NET_EINABUGVIN_MIKKJAL_0K

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337