So er tað kunngjørt: Andrias Edmundsson er fyrsti føroyingur í Seriu A

So er tað kunngjørt: Andrias Edmundsson er fyrsti føroyingur í Seriu A
Hellas Verona FC hevur júst kunngjørt á heimasíðuni, at føroyski landsliðsmiðverjin er nýggjur leikari hjá teimum gulu og bláu í Seriu A
Mynd: Hellas Verona FC  
 
02.02.2026 - 13:30

"Andrias Edmundsson is a new Gialloblù defender!"

Soleiðis skrivar italska Seria A-felagið Hellas Verona FC á heimasíðuni, nú tað kunnger, at føroyski landsliðsmiðverjin av Toftum er nýggjur leikari í felagnum. 

Andrias Edmundsson og Hellas Verona FC hava undirskrivað trý ára sáttmála, ið gongur fram til 30. juni í 2029. 

 

Serlig yrkisleið

Á heimasíðuni stendur eisini eitt sindur um yrkisleiðina hjá Andriasi Edmundssyni, sum er vorðin 25 ár.

Leiðin til Seriu A byrjaði í barndómsfelagnum B68 á Toftum, áðrenn hann sum 16 ára gamal flutti til Onglands, har hann fór í fótbóltslæru hjá AFC Sunderland. 

Eftir trý ár í Sunderland, har Andrias Edmundsson spældi við U18 og U23-liðunum hjá felagnum, so flutti hann til sponsku fjórðu deild at spæla við Águilas FC, áðrenn leiðin gekk til pólskan fótbólt og feløgini Chojniczanka Chojnice í triðbestu deildini, áðrenn hann kom til Wilsa Plock. 

Hellas Verona FC ger eisini vart við, at Andrias Edmundsson er føroyskur landsliðsleikari og hevur spælt 19 landsdystir. 

 

Kent danafelag

Hellas Verona FC er kent felag við ríkari søgu - serliga fyri tey, ið minnast áttatiárini. Tá vann felagið sítt fyrsta og higartil einasta meistaraheiti við kenda danska áleyparanum Preben Elkjær á odda. 

Danir mynda eisini í dag Hellas Verona-hópin, tí í felagnum eru eitt nú danski landsliðsmiðverjin Victor Nelsson, Tobias Slotsager og Martin Frese. 

Sum skilst, so hevur Hellas Verona keypt Andrias Edmundsson fyri 2,5 miliónir evrur, sum eru 18 milliónir krónur. Tað verður tó væntað, at samlaða upphæddin liggur um 25 milliónir krónur, tá alt er tikið við. 

Soleiðis bleiv Andrias Edmundsson annars presenteraður á Youtube-vanganum hjá Hellas Verona. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337