Vikugesturin: Skommin er burtur

Vikugesturin: Skommin er burtur
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi
 
31.01.2026 - 13:08

- Eg havi akkurát tað lívið, eg ynski mær í dag.

Annika Holm, sum er leiðari á Heilbrigdi, kennir á egnum kroppi, hvat alkoholisma ger. Nú er hon leiðari á Heilbrigdi, sum í skjótt 40 ár hevur viðgjørt føroyingar við rúsdrekkatrupulleikum. 

Tað er í nógvum førum stór skomm knýtt at tí at vera alkoholikari, serliga hjá kvinnum. Við at koma á Heilbrigdi og møta øðrum fólkum og viðgerðarum, sum hava verið ígjøgnum tað sama, kann skommin hvørva, tí alkoholikarin fær ein felagsskap.

- Skommin bleiv tikin frá mær, og tað var ein stórur lætti, sigur Annika Holm.  

 Sjálv fór Annika at drekka sum 15 ára gomul, men tað var ikki fyrr enn seinni, at hon fekk trupulleikar, og uppaftur seinni, at hon viðgekk, at hon ikki kláraði meira. Hon arbeiddi fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur í vaktum á B8 á Landssjúkrahúsinum, og seinni var hon hjá kommunulækna. Ein stórur partur av lívinum snúði seg um at leggja til rættis, so hon kundi drekka, og tað gekk útyvir familjuna.

Nú hevur hon verið leiðari á Heilbrigdi síðan 2022. Hon fór frá at vera sjúklingur til at vera leiðari. Nú er Heilbrigdi, sum húsaðist í 39 ár á Velbastað, flutt til Havnar, og tað er eitt stórt framstig. 

Hoyr samrøðuna við Anniku Holm, har vit tosa um hennara persónligu søgu, um alkoholismu og rúsdrekkamentanina í Føroyum, og um tað at finna ein veg aftur til tað góða lívið.

1792035

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337