Føroyskur filmur í uppskoti: - Vit eru ótrúliga errin

Føroyskur filmur í uppskoti: - Vit eru ótrúliga errin
Filmurin Vælkomin heim er í uppskoti til ein Robert fyri ársins stuttfilm, og tað er í kvøld at slagið stendur
Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák vera við, tá Robert-heiðurslønin verður latin í kvøld
Mynd: privatmynd  
 
31.01.2026 - 13:33

- Tað er stórt og totalt óveruligt! 

Tað sigur Anna Sofía Skoradal, nú filmurin Vælkomin heim í kvøld er í uppskoti til eina Robert-heiðursløn fyri besta stuttfilm.

 

Ein filmur um vinfólk á Oyrasundi

Í filminum fylgja vit Annu Sofíu Skoradal og vinmanninum Álva av Kák.

Álvur hevur búð á Oyrasundskollegiinum í eina tíð, og hjálpir í filminum vinkonuni Annu Sofíu at flyta inn.

Umframt at lýsa vinalagið hjá Annu Sofíu og Álvi, nertir filmurin eisini við tað at vera ungur, samkyndur og øðrvísi.

- Kanska eisini tað at vera ov nógv, sum mann kanska ikki torir í Føroyum, sigur Álvur av Kák. 

 

Uppskotið vísir eina positiva gongd

Tað er stórt at vera í uppskoti til eina Robert-heiðursløn. Tað vísir til eina positiva gongd í føroyska filmsheiminum, sigur Álv av Kák.

Og Anna Sofíu Skoradal er samd um, at hetta er nakað heilt serligt:

- Vit eru ótrúliga errin um at sleppa at vera við til eitt tílíkt kvøld, sigur hon og leggur aftrat:

- Tað sum hendir hendir, eg sleppi helst at síggja Mads Mikkelsen, og tað er gott nokk fyri meg, sigur Anna Sofía Skoradal og flennur.

 

Hoyr samrøðu við Annu Sofíu Skoradal og Álv av Kák:

 
 
1792032

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337