Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr

Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, var vikugestur
Elin Heðinsdóttir Joensen hevur verið forseti í ÍSF í 10 ár
 
24.01.2026 - 13:04

- Har havi eg eisini roynt at vera positiv og síggja tað góða í sjálv at vera her - og at føra tað víðari, sum hann kempaði fyri.

Tað eru bara tvey ár síðan, at Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, misti mannin, sum hon hevur fylgst við, síðan tey vóru 18 ára gomul.

- Tað er eingin fasittlisti, og vit eru øll ymisk. Tað, sum vit hava roynt, tað er at standa saman, og vit hava verið øgiliga opin og tosa nógv um Regin.

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur verið ÍSF-forseti seinastu 10 árini, og 7. februar verður ítróttarfagnaðurin, har ítróttarfólk, felagsskapir og sjálvboðin verða heiðrað.

Og tað er tað bjartskygda lyndið, sum fólk lýsa Elina við.

- Hon er ein góður vinur, hjálpsom, sera góð í ráðum, ágrýtin, nærløgd og arbeiðssom, sigur Katrin Abrahamsen, ið hevur kent Elina í nógv ár frá arbeiðnum fyri ítróttini.

Elin er ein teirra, sum sjálv hevur arbeitt sum sjálvboðin, síðan hon var heilt ung í Havnar fimleikafelag, og hon vísir á, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum teimum glæsiligu úrslitunum, vit síggja í hesum døgum.

- Tú fært so nógv aftur, tá ið tú gert sjálvboðið arbeiði, sigur Elin.

Hoyr alla samrøðuna við Elina Heðinsdóttir, forseta í ÍSF, sum í næstum skipar fyri ítróttarfagnaði.

- Eg hugsi um at vera positiv, og eg leggi meg eftir at vera fyrikomandi, so fólk føla seg væl. Og so royni eg altíð at síggja møguleikar heldur enn forðingar. Bæði í mínum arbeiði, fyri ítróttina og privat.

1790409

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118