Vørn: Hava neyðugt eftirlit við russiskum skipum á svartalista

Vørn: Hava neyðugt eftirlit við russiskum skipum á svartalista
Sambært Fiskiveiðieftirlitinum vóru tilsamans 26 russisk fiskiskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi í fjør, og nú eru fyrstu russisku skipini á veg í ár
Brimil er annað av vaktarskipunum hjá Vørn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2026 - 17:20

- Vit hava neyðugt eftirlit við, at russisku fiskiskipini, sum landsstýrið hevur sett á svartalista, ikki koma í føroyskan sjógv at fiska.

Tað sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri hjá Vørn.

Russisk skip kunnu í ár fiska 65.000 tons av svartkjafti, 4.200 tons av makreli og 7.700 tons norðhavssild í føroyskum sjógvi. Afturfyri kunnu føroysk skip fiska botnfisk í Barentshavinum.

 

Jóhan Simonsen. 

 

Men tvey av reiðaríunum, sum vanliga fiska nógv í føroyskum sjógvi - Norebo og Murman Seafood - eru nú á svartalista. Tey eru fevnd av nýggjastu lóggávuni um avmarknadi tiltøk móti Russlandi.

Sambært Fiskiveiðieftirlitinum vóru tilsamans 26 russisk fiskiskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi í fjør. 

Nú komið er væl inn í januar, eru fyrstu, russisku skipini á veg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116