Tú skalt virða okkara lóggávu og umhvørviskrøv

Tú skalt virða okkara lóggávu og umhvørviskrøv
Tað segði Jens-Frederik Nielsen, stjórnarleiðari í Grønlandi, á tíðindafundi, tá hann var spurdur um, hvørjir møguleikar eru fyri amerikanskari ráevnisvinnu í Grønlandi
Tíðindastovur úr øllum heiminum vóru umboðaðar á tíðindafundinum
Mynd: KNR  
 
22.01.2026 - 18:53

Tíðindafundur var í Nuuk í dag, og fjølmiðlar úr øllum heiminum vóru umboðaðir.

- Eg veit ikki hvat stendur í avtaluni, men ein arbeiðsbólkur, sum verður settur, fer at viðgerða tað. Vit vita, at vit hava stórar møguleikar, men vit mugu tosað virðiligt um styrkt samstarv, - eisini viðvíkjandi ráevnunum. Og fert tú undir ráevnisvinnu í Grønlandi, skalt tú virða okkara lóggávu og greiðu krøv um umhvørvisverju. Vilt tú bara hava okkurt og tosar gjøgnum diplomatiskar keldur, so verður tað eitt alspent samstarv, svaraði Jens-Frederik Nielsen, stjórnarleiðari.

Al Jazeera spurdi um, hvussu hevur tað ávirkað viðurskiftini millum USA og Grønland, - vilja tit hava amerikanarar til landið.

- Grønlendska stjórnin vil álítandi samstarv. Vit eru álítandi at samstarva við. Danmark og USA hava staðið saman í trupulum tíðum, og hetta skulu vit hava aftur. Hetta snýr seg ikki bara um okkum, men um nakað nógv størri, - tað er um heimsskipanina, - princippini, sum eru lunnar undir heimsskipanini og samgonguni hjá Vesturheiminum, sum hevur gjørt heimin tryggan. Og tað er einki at spæla við. Og hesum arbeiða vit fyri gjøgnum demokrati, diplomati og røttu kanalirnar, segði grønlendski stjórnarleiðarin.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337