Tollkríggið eftir øllum at døma avlýst

Tollkríggið eftir øllum at døma avlýst
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, eftir fund við Mark Rutte, aðalskrivara í NATO, at hann hevur avlýst ætlanina at áleggja revsitoll fyri at fáa fatur á Grønlandi
 
21.01.2026 - 20:40

Tað er skjótt hvønn vegin, tí eftir at allur vesturheimurin seinnapartin hoyrdi amerikanska forsetan, Donald Trump siga, at hann vildi hava fatur á Grønlandi, og at hann fór at áleggja revsitoll, um hann ikki fekk tað, so er rákið nú vent.

Eftir ein fund við Mark Rutte, aðalskrivara í NATO, seinnapartin, hevur amerikanski forsetin nú gjørt av at avlýsa tollkríggið, sum skuldi byrja 1. februar. 

Nú sigur hann, at hann hevur gjørt eina avtalu við aðalskrivaran í NATO um Grønland, og tí er tollkríggið avlýst.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hvar í sjónvarpsstovuni hjá Danmarks Radio fyri løtu síðan, og gamaní segði hann, at hann hevði tosað við Mark Rutte, men hann kom tó ikki so nógv inn á, hvat teir høvdu tosað um.

Danski uttanríkisráðharrin segði tó so mikið, at støða Danmarkar um Grønland og mørkini hjá kongsríkinum Danmark, eru ikki broytt. Hinvegin róði hann framundir, at tað, sum Rutte og Trump høvdu tosað um var, at Marco Rubio, uttanríkisráðharri, og J. D. Vance,  varaforseti, skulu samráðast frameftir.

Donald Trump segði tó, at hann hevði fingið eina langsiktaða avtalu við Rutte um Grønland, eina avtalu, sum er sera góð fyri Grønland.

Korrespondenturin hjá TV2 í USA, Lotte Mejhede, visti í kvøld at siga, at forsetin í amerikonskum miðlum ikki longur tosaði um at eiga Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604