Pengar frá Frískúlanum fara til barnahús á Listasavninum

Pengar frá Frískúlanum fara til barnahús á Listasavninum
Tað var í andanum hjá Frískúlanum í Havn, at pengarnir skuldu nýtast til børn og listarligt virksemi
Listasavnið skal um- og útbyggjast fyri meira enn 70 milliónir kr. Barnahús verður eisini í savninum.
 
21.01.2026 - 08:16

Nýggja barnahúsið á Listasavninum fær allar pengarnar, sum vóru eftir, tá Frískúlin í Havn gavst í oktober 2024. 

- Tað var í andanum hjá Frískúlanum, at pengarnir skuldu nýtast til børn og listarligt virksemi, sigur Sharon Weiss, sum var við til at stovna Frískúlan.

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at umbyggja og útbyggja Listasavn Føroya. Málið er í løtuni í fíggjarnevndini.

 

Listasavnið hevur fingið 430.000 kr. frá Frískúlanum í Havn, sum gavst í oktober 2024.

 

Sambært lógaruppskotinum fer arbeiðið at kosta tilsamans 70,8 milliónir krónur. Landskassin fíggjar í mesta lagi 24,3 milliónir, Tórshavnar kommuna stuðlar við 5,5 milliónum, og restin, 41 milliónir, koma úr trimum donskum grunnum.

Barnahúsið er partur av útbyggingini. Stuðulin frá Frískíúanum í Havn, 430.000 krónur, fer til ætlaða virksemið í barnahúsinum, har list skal fylla nógv.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21012026_Barnahus


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576