Náttúran skal fáa størri ans

Náttúran skal fáa størri ans
Umhvørvisstovan skal hava størri ávirkan á Suðuroyartunnilin
Tað er týðandi at tryggja, at árinini á serlig náttúruvirði vera so lítil sum gjørligt, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
 
21.01.2026 - 07:06

Umhvørvisstovan skal hava størri ávirkan á Suðuroyartunnilin.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur boðað fíggjarnevndini frá uppskoti um nýggja áseting í lógaruppskotinum.

Nýggja uppskotið sigur, at fyri at leggja upp fyri týðandi náttúruvirðum skulu nakrar leiðir og arbeiðsøki og avlopsgrót fyrireikast og prosjekterast í samráði við náttúrufyrisitingina í Umhvørvisstovuni. 

Umhvørvisstovan viðger í løtuni nógv mál um økisvernd í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Tað er týðandi at tryggja, at árinini á serlig náttúruvirði vera so lítil sum gjørligt, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Tí, sigur ráðið, tað er lítil ivi um, at ein verkætlan av hesum slagi, sama, hvar hon er, ávirkar náttúruna í nærumhvørvinum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118