Fólkatalið í Skopun veksur - 17 grundstykki verða boðin út

Fólkatalið í Skopun veksur - 17 grundstykki verða boðin út
Útstykkingin er á Hestteigum, ovast í bygdini og grundstykkini fara at kosta um 200.000 kr.
Skopun. Fólkatalið er vaksið, síðani Sandoyartunnilin læt upp.
 
21.01.2026 - 13:07

Skjótt verða 17 grundstykki boðin út í Skopun. 

Møguleiki verður eisini at byggja raðhús. 

Útstykkingin er á Hestteigum, ovast í bygdini. Grundstykkini fara at kosta um 200.000 kr.

 

Marjun Debes er borgarstjóri í Skopunar kommunu. 

 

Byggisamtyktin fyri økið skal broytast, áðrenn grundstykkini kunnu keypast.

Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Marjun Debes, fegnast um, at fólkatalið í bygdini veksur.

1. januar í 2024 búðu 468 fólk í Skopun, og nú er fólkatalið 490.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21012026_Skopun_og_grundsttykki

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252