ES útsetir handilsavtalu við USA

ES útsetir handilsavtalu við USA
Orsøkin er hóttanin frá amerikanska forsetanum um revsitoll, tí ES-lond taka ikki undir við, at hann kann taka Grønland
Stórur meiriluti í ES-tinginum hevur samtykt at útseta handilsavtaluna við USA.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2026 - 07:57

Ein meiriluti í ES-tinginum atkvøddi í gjár fyri at útseta góðkenningina av handilsavtaluni við USA.

Hetta verður gjørt eftir seinastu hóttanirnar frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um revsitoll, tí evropisku londini ikki taka undir við, at hann kann taka Grønland.

Tað skrivar franska blaðið Le Monde.

Sambært Iratxe Garcia Perez, sum er forkvinna fyri sosialdemokratiska bólkin í ES-tinginum, er tað ein meirilutaavgerð millum politisku bólkarnar í ES-tinginum, sum ger, at nýggja handilsavtalan, sum varð gjørd í fjør, ikki verður sett í gildi.

Le Monde skrivar, at eisini høgravongurin í tinginum, Evropiski Fólkaflokkurin, EPP, hevur váttað, at tingið bíðar við handilsavtaluni.

 

Tollurin á amerikanskum vørum skuldi strikast

Nýggja avtalan varð gjørd í fjør summar, og í henni stendur, at ES skal rinda 15 prosent í tolli av útflutningi til USA. Hinvegin sigur avtalan eisini, at ES strikar tollin á amerikanska útflutninginum til ES.

Manfred Weber, sum er leiðari í EPP-bólkinum, sigur, at tað at forða amerikonskum fyritøkum tollfría atgongd til evropiska marknaðin, er eitt sera sterkt vápn. Og hann fær fulla undirtøku frá Valérie Hayer, sum er forkvinna í politiska miðbólkinum í ES-tinginum.

- Tað er eitt sera sterkt vápn. Eg haldi ikki, at fyritøkurnar eru sinnaðar til at lata evropiska marknaðin fara fyri skeytið, sigur hon.

Avgerðin hjá ES-tinginum merkir, sum sagt, at ES ikki setur handilsavtaluna við USA í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252