Trump hóttir við at leggja 200 prosent toll á franskt vín og sjampanju

Trump hóttir við at leggja 200 prosent toll á franskt vín og sjampanju
Orsøkin er, at franski forsetin tók ikki av tilboði frá Trump um at vera við í friðarráði fyri Gasa
Stendur til Trump, forseta, hækkar amerikanski tollurin á vín úr Fraklandi 200 prosent.
 
20.01.2026 - 11:17

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur nevnt møguleikan at leggja 200 prosent toll á franskt vín og sjampanju, eftir at franski forsetin, Emmanuel Macron, ikki tók av innbjóðingini um ein sess amerikanska friðarráðnum.

Friðarráðið skuldi eftir ætlan stovnast í sambandi við endurreisingina av Gasa, men endamálsorðingin hjá ráðnum tykist ikki avmarka seg til hersettu økini í Palestina.

- Eg leggi 200 prosent toll á vín og sjampanju hjá honum. Og so kemur hann við. Men hann sleppur ikki við, sigur Donald Trump um franska forsetan Emmanuel Macron.

 

Tekur ikki av

Kelda, sum hevur tætt tilknýti til franska forsetan, segði í gjár við AFP-tíðindastovuna, at Frakland ongar ætlanir hevur um at taka av innbjóðingini til ráðið.

Sambært kelduni gongur endamálsorðingin hjá ráðnum út um karmarnar fyri Gaza.

AFP hevur seinni verið í samband við eina aðra keldu, sum eisini hevur tætt tilknýti til Macron, sum sigur, at viðmerkingin hjá Trump um toll á franskt vín er óhóskandi.

Trump hevur váttað, at hann hevur boðið russiska forsetanum, Vladimir Putin, við í ráðið, eftir at forsetaskrivstovan hjá Putin alment boðaði frá innbjóðingini í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252