Breddin: Bara ein vaksin í húskinum

Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár
Vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.01.2026 - 09:31

Hoyrir tú orðið húski - so sært tú kanska fyri tær eina familju. Mamma, pápi og børn. 

Men vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020. 

Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár. 

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni

Hvørji eru hesi fólkini? 

Hvat merkir tað í gerandisdegnum, at tey búgva einsamøll?

Og er føroyska samfelagið lagað til húski við einum vaksnum?

Hetta spyrja vit í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682