Biðja nú um loyvi at fáa málið um umval fyri landsrættin

Biðja nú um loyvi at fáa málið um umval fyri landsrættin
Umsóknin til Procesbevillingsnævnet verður send í dag ella í morgin, sigur advokaturin hjá Fíggjarmálaráðnum
Frá kommunuvalinum i Runavík í november í 2024. Valið er endað í rættarskipanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.01.2026 - 12:20

Í dag ella í morgin fer Fíggjarmálaráðið at søkja um at fáa Eystara landsrætt at taka støðu til málið um umval í Runavíkar kommunu.

21. novembur í fjør boðaði táverandi Løgmálaráðið frá, at umval skuldi vera í Runavíkar kommunu, tí løgreglan hevði reist ákæru móti einum fólki um valsvik á kommunuvalinum árið fyri.

Umvalið bleiv av ongum, ið hvussu so er fyribils, tí 9. januar gav Føroya rættur fimm býráðslimum viðhald í, at avgerðin um umval skuldi hava steðgandi virknað, meðan málið um valsvik verður viðgjørt. Tað málið kemur eftir ætlan fyri í rættinum seint í februar.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at tað fer at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at skjóta málið inn fyri Landsrættin.

Jónas Tór Næs, advokatur fyri Fíggjarmálaráðið, sigur við Kringvarpið, at hann arbeiðir við umsóknini, og at hon verður send í dag ella í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252