Starmer: Grønlendingar og danska kongsríkið eiga einsamøll avgerðina

Starmer: Grønlendingar og danska kongsríkið eiga einsamøll avgerðina
Bretski forsætisráðharrin sigur, at tað er púra burturvið at áleggja revsitoll á Danmark og onnur lond í Evropa. Hetta er ikki mátin at loysa ósemjur, sigur hann
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevði fyrrapartin tíðindafund um Grønland.
Mynd: Jordan Pettitt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.01.2026 - 13:34

Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer hevði fyrrapartin tíðindafund um Grønland. 

Embætisverkið hjá Starmer hevur sagligt samband við umsitingina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. 

Starmer staðfestir, at allar avgerðir um framtíð Grønlands eiga grønlendingar og danska kongsríkið einsamøll:
 

"Viðvíkjandi Grønlandi, so er rætti mátin at handfara eitt so álvarsligt mál sum hetta siðiligt orðaskifti millum sameind. Og tað er greitt, at trygdin í Grønlandi hevur týdning. Og hon fær størri týdning, tá ið veðurlagsbroytingar umskapa Arktis, tá ið nýggjar sjóvegis farleiðir koma, og tá ið stategisk kapping herðist.

 

Allar avgerðir um framtíð Grønlands eiga grønlendingar og danska kongsríkið einsamøll.

Keir Starmer

 

- Økið fer at krevja størri uppmerksemi, íløgur og størri felags verju. Og her hevur USA alstóran týdning. Bretland er til reiðar at hjálpa saman við sameindum gjøgnum Nato. Og tað er ein aðalregla, sum ikki kann skúgvast til viks. Tí tað er hjartanemandi, hvussu treyst og álítandi aljóða samstarv virkar. Allar avgerðir um framtíð Grønlands eiga grønlendingar og danska kongsríkið einsamøll."

 

(Jordan Pettitt/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Fullkomiliga skeivt at áseta revsitoll

Bretski forsætisráðharrin tosaði eisini um fráboðanina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um 10 prosent revsitoll á Danmark og onnur lond í Evropa fyri teirra leiklut í stríðnum um Grønland.

- Hetta er púra skeivt. Hetta er ikki rætti mátin at loysa ósemjur í eini samgongu, sigur Starmer:

"Lunnarnir undir samgonguni er virðing og samstarv. Ikki trýst. Tí er tað fullkomiliga skeivt at brúka revsitoll móti sameindum. Hetta er ikki rætti mátin at loysa ósemjur í eini samgongu.

 

Tí er tað fullkomiliga skeivt at brúka revsitoll móti sameindum. Hetta er ikki rætti mátin at loysa ósemjur í eini samgongu.

Keir Starmer

 

Tað nyttar heldur ikki at brúka tiltøk at styrkja trygdina í Grønlandi sum grundgeving fyri búskaparligum trýsti. Slík tiltøk skaða bretska lønmóttakaran, bretskar fyritøkur og bretska búskapin. 

Tí havi eg verið so avgjørdur í hesum máli. Ongin hevur áhuga í handilskríggi.

Arbeiðið hjá mær er at verja Bretland og bretsk áhugamál.Tí tosaði eg í gjár við Trump forseta, evropiskar leiðarar og aðalskrivaran í Nato um eina loysn, sum byggir á samvinnu, fakta og sínámillum virðing. Tí soleiðis verja samgongur felags áhugamál."
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Borgarafundur um suðuroyartunnilin
204348
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279