Stjórin: Nú byrjar nýtt tíðarskeið í Posta

Stjórin: Nú byrjar nýtt tíðarskeið í Posta
Almenna partafelagið hevur selt farmaflutningsvirksemið til altjóða veitaran Blue Water
Edvard Remberg er stjóri í Posta.
 
16.01.2026 - 14:18

- Hetta verður byrjanin til nýtt tíðarskeið hjá Posta. 

Tað sigur Edvard Remberg, stjóri, nú Posta gevast við farmaflutningi millum Føroyar og útheimin, og hevur selt Posta Logistics til Blue Water.

 Samstundis miðsavnar Posta seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.

Blue Water er altjóða veitari av flutnings- og logistikkloysnum, og hevur meira enn 2.500 starvsfólk og 80 skrivstovur kring heimin.

 

 

Posta hevur havt fíggjarligar avbjóðingar seinnu árini, og farmaflutningurin hjá Posta Logistics bar seg ikki.

Við søluni minkar umsetningurin hjá Posta 30 prosent. Og starvsfólkatalið minkar 10 - 15 prosent.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16012026_Posta

 

Nú arbeiða 70 - 80 starvsfólk í Posta.


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252