Nýggjur heilsuhjálparaflokkur byrjar í mars

Nýggjur heilsuhjálparaflokkur byrjar í mars
11 umsóknir eru komnar, og tað er nóg mikið til ein flokk
 
16.01.2026 - 14:36

Heilsuskúli Føroya hevur fingið 11 umsóknir til heilsuhjálparaútbúgvingina, nú freistin var úti í gjár.

Tað er nóg mikið til, at ein flokkur kann byrja, siga tey í Heilsuskúlanum. Tey vænta eisini at fáa fleiri umsóknir, áðrenn flokkurin byrjar. Umleið 20 pláss eru í einum flokki.

1. februar skuldi annars ein flokkur av heilsurøktarum byrja. Men tað bleiv av ongum, tí ov fá høvdu søkt. Eitt boð upp á eina frágreiðing var, at nýggja skipanin við løn undir útbúgving ikki reiðiliga var komin at virka tá.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16012025_Heilsuskuli

 

Í innslagnum hoyrdu vit  Vivie Davidsen, skúlastjóra á Heilsuskúlanum, og Mary Antonsdóttur, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391