Breddin: Mótmælini í Iran

Breddin: Mótmælini í Iran
Altjóða samfelagið fylgir støðuni, og Iran er aftur vorðið miðdepil í einum breiðum geopolitiskum spenningi í miðeystri
Mótmælini móti valdsharrunum í Iran byrjaðu í desember, og eldur var settur á bygningar.
 
16.01.2026 - 09:25

Í Iran hevur ein nýggj mótmælisalda tikið seg upp. Hon byrjaði seint í desember. 

Tað, sum byrjaði sum mótmæli móti einari djúpari búskaparkreppu, er skjótt vaksið til eina landsfevnandi mótstøðu móti myndugleikunum og teokratiska stýrinum í landinum - sum vanliga verður nevnt prestastýrið.

Mótmæli hava breitt seg til ein stóran part av landinum, og svarið frá myndugleikunum hevur verið harðrent sum so ofta fyrr.

Tað er ógreitt, hvussu nógv mótmælisfólk eru deyð, men mannarættindafelagsskapir og óheftar keldur tosa um túsundtals dripin.

Altjóða samfelagið fylgir støðuni, og Iran er aftur vorðið miðdepil í einum breiðum geopolitiskum spenningi í Miðeystri.

Í Breddanum í dag hyggja vit nærri at, hvat veruliga hendir í Iran í løtuni - og hvørjar avleiðingarnar av mótmælunum kunnu vera.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252