Bjarki Hansen: - Fólk vilja altíð hoyra Tú angar so væl

Bjarki Hansen: - Fólk vilja altíð hoyra Tú angar so væl
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í Studio 5 at spæla livandi tónleik
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.01.2026 - 11:12

Hesa ferð vitjar Bjarki Hansen í Studio 5. Við sær hevur hann sín kæra Yamaha gittar, ið hann hevur átt síðani 2017. Hann verður brúktur bæði við hús, og tá Bjarki er úti og spælir.

Bjarki dylir ikki fyri, at tú fært serligar kenslur fyri einum ljóðføri, ið tú hevur brúkt so nógv og leingi.
Trubadururin við framúr góðu røddini sigur, at gittarspæl ikki er tað fremsta fyri hansara viðkomandi, men gittarin er altíð við, tá hann er úti og spælir.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Í Studio 5 verða tríggir sangir spældir. Tveir teirra hevur Petur Háberg skrivað. Tvørtur um rúmið og Tú angar so væl.

- Hann telist eftir mínum tykki millum fremstu sangskrivarar í Føroyum, sigur Bjarki Hansen.

Hann leggur aftrat, at tá hann spælir eitt nú á eini veitslu, er tað obligatoriskt, at Tú angar so væl verður spældur.

Tað krevja áhoyrararnir.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Eisini spælir Bjarki sangin Ørskapur. Tað er eitt lag, hann sjálvur hevur gjørt. Orðini skrivaði Hans Jacob Kollslíð.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Bjarki Hansen


 
1788720



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391