Amerikanskir senatorar á vitjan í Danmark í dag

Amerikanskir senatorar á vitjan í Danmark í dag
Teir fara m.a. at hitta uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum og tosa við danskar og grønlendskar politikarar
Grønlendska flaggið veittrar uttan fyri Christiansborg í dag í sambandi við, at amerikanskir kongresslimir koma á vitjan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.01.2026 - 08:13

- Danmark er ein av okkara tættastu sameindu.

Tað staðfestir demokratiski senatorurin, Dick Durbin. 

Hann er ein av senatorunum, sum í dag fara at hitta danskar og grønlendskar politikarar í Keypmannahavn um samstarvið við danska kongsríkið.

- Danmark er ein av okkara tættastu sameindu, og henda tvørpolitiska sendinevndin frá kongressini endurtekur, at kongressin stuðlar okkara samstarvi, hóast óneyðugar og hættisligar útsagnir frá forsetanum um Grønlandi, skrivar hann á X.

 

Hitta eisini forsætisráðharran

Tilsamans 11 kongresslimir vitja í dag á Christiansborg, har teir m.a. skulu hitta uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum og tosa við fleiri danskar og grønlendskar politikarar.

Klokkan 14 føroyska tíð er stuttur tíðindafundur. 

Amerikanska sendinevndin fer eisini hitta Mettu Frederiksen, forsætisráðharrra, og umboð fyri Grønland vera við á fundinum.

Stjórnin fer eisini at kunna floksleiðarar í fólkatinginum og fólkatingsumboðini fyri Grønland og Føroyar um støðuna viðvíkjandi Grønlandi.

 

Væntar sær ikki nógv

Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna í Grønlandi, væntar sær ikki nógv av fundinum, skrivar svenska tíðindastovan TT.

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein amerikonsk sendinevnd hittir danskar politikarar, men hetta er fyrstu ferð, at grønlendska uttanlandsnevndin er boðin við. So hetta er eitt stórt stig fyri okkum. Vit ætla at fáa so nógvar upplýsingar sum til ber, sigur Aki-Mathilda Høegh-Dam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252