Heidi Sevdal til KÍ

Heidi Sevdal til KÍ
Hon hevur alt sítt fótbóltslív kappast við KÍ. Nú skal royndasti landsliðsspælarin í føroyskum kvinnufótbólti skjóta síni mál fyri KÍ
Heidi Sevdal í dysti móti Litava í Baltic Cup 2025
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
15.01.2026 - 10:51

KÍ hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 36 ára gomlu Heidi Sevdal. Landsliðsáleyparin hevur verið ein ímynd av føroyskum fótbólti í fleiri ár. Við feløgum sum NSÍ, HB, B36 og EB/Str/Skála hevur hon kappast við KÍ, men nú skal Heidi Sevdal skjóta síni mál í Klaksvík.

Heidi Sevdal hevur seinastu seks árini spælt við barndómsfelagnum NSÍ og vunnið bæði steypagull og FM. Felagið hevur havt nakað av frágongd í vetur og nú er greitt, at Heidi Sevdal ikki heldur fram.

- Eg eri ordiliga spent upp á at fara til KÍ, hóast tað sjálvandi eisini er sorgblítt at steðga hjá NSÍ. Tað hevur verið stuttligt at spælt við NSÍ seinastu árini, og tikið kappingina upp við KÍ, sum hevur verið rættiliga einaráðandi í føroyskum fótbólti. KÍ hevur eitt krútsterkt lið, har allar arbeiða hart fyri hvørja aðra, og eg gleði meg at koma inn í ta mentanina hjá KÍ, sigur toppskjúttin frá í fjør í samrøðu á heimasíðuni hjá KÍ.

Í fjør vunnu KÍ kvinnurnar bestu føroysku deildina fyri 24. ferð. Hetta merkir samstundis, at liðið skal spæla Champions League fótbólt í summar.

- Tað er eisini eyka spennandi at KÍ skal spæla Champions League fótbólt í ár. Eg eri sannførd um, at KÍ hevur góðan møguleika at klára seg víðari við tí styrkini, sum liðið hevur, sigur Heidi Sevdal.

Heidi Sevdal hevur verið toppskjútti í føroyskum fótbólti 11 ferðir. Níggju ferðir er hon kosin til ársins spælara. Hon hevur spælt 98 landsdystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454