Hava landað fyrsta svartkjaftin úr føroyskum sjógvi

Hava landað fyrsta svartkjaftin úr føroyskum sjógvi
Svartkjafturin var fingin sunnan fyri Føroyar, og hann er góður, siga íslendingar
Íslensk svartkjaftaskipan hava bíðað í føroyskum havnum eftir at nýggja fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Ísland kom í gildi.
 
14.01.2026 - 08:39

Fyrsta svartkjaftalastin úr føroyskum sjógvi í ár er landað í Íslandi.

Grønlendska skipið Polar Amaroq landaði 2.000 tons á Norðfjørðinum.

Svartkjafturin var fingin sunnan fyri Føroyar. Teir høvdu fýra stutt tóv.

Svartkjafturin er veruliga góður, sigur skiparin við heimasíðuna hjá Síldarvinnsluni.

 

Byrjaðu túr í síðstu viku

Íslendsk uppsjóvarskip fóru longu í síðstu viku á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Tað ljóðaði tá, at fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Ísland var komin undir land.

Okkurt teirra vendi aftur til Íslands, tí eingin avtala kom - ikki fyrr enn í gjár - og nøkur hava bíðað í føroyskum havnum.

 

Lítil lodnukvota

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður ikki stór í ár.

Hon verður 1.552,3 tons.

Íslendska kvotan er ásett at vera 31.046 tons. Og føroyingar eiga fimm prosent av tí.

Er kvotan minst 500.000 tons, er føroyska kvotan 30.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252