Í minsta lagi 2.000 hava latið lív undir mótmælisgongum í Iran

Í minsta lagi 2.000 hava latið lív undir mótmælisgongum í Iran
Mannarættindafelagsskapur sigur, at flestu av teimum deyðu eru mótmælisfólk, meðan iranska stjórnin framvegis ikki almannakunnger tøl
 
13.01.2026 - 19:37

Tað er í minsta lagi 2.000 fólk, sum hava latið lív undir mótmælisgongunum í Iran hesar seinastu tvær vikurnar.

Tað skrivar mannarættindafelagsskapurin Human Rights Activists News Agency, stytt HRANA, sum hevur heimstað í USA.

AP-tíðindastovan skrivar um HRANA, at stovnurin hevur verið rætt við sínum upplýsingum, sum stovnurin hevur havt í undanfarnum ófriði í Iran seinastu árini. AP skrivar eisini, at HRANA hevur keldur í Iran at krosskanna upplýsingarnar.

Sambært HRANA-felagsskapinum fevnir hetta um 1.847 mótmælisfólk og 135 fólk, sum hava tilknýti til stjórnina.

Júst hvørji fólk hava "tilknýti til stjórnini" er ógreitt, men HRANA hevur áður boðað frá 133 deyðum hjá iranska herinum og øðrum deildum hjá stjórnini.

Iranska stjórnin hevur ikki sjálv givið eitt samlað tal fyri, hvussu nógv fólk hava latið lív undir mótmælisgongunum.

Donald Trump: Hjálp er á veg
Amerikanski forsetin skrivar nú á sínum sosiala miðli, Truth Social, at hjálp er á veg til iranar.

Hann skrivar eisini, at "iransk tjóðskaparfólk mugu halda fram at mótmæla" og leggur afturat:

- Eg havi avlýst allar fundir við iransk embætisfólk inntil vitleysu drápini av mótmælisfólkum heldur uppat.

"HJÁLP ER Á VEG!", skrivar Donald Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558