116 mótmælisfólk deyð í Iran

116 mótmælisfólk deyð í Iran
116 fólk eru deyð í mótmælum móti prestastýrinum í Iran, sum nú hevur vart í meira enn tvær vikur.
Social Media/Reuters/Ritzau Scanpix
 
11.01.2026 - 10:20

116 fólk eru deyð í mótmælum móti prestastýrinum í Iran, sum nú hevur vart í meira enn tvær vikur. Tað sigur mannarættindastovnurin Human Rights Activists News Agency, stytt HRANA, sambært danska kringvarpinum, DR. 

 

Fólk byrjaðu at mótmæla í Iran, eftir at iranska gjaldoyra, rialurin, fall sera nógv síðst í desember, men alsamt fleiri mótmæli eru nú móti prestastýrinum í fleiri enn 100 býum í Iran. Fólkið í Iran hevur eisini verið uttan internetsamband í 60 tímar, sigur stovnurin Netblocks. 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur alment víst mótmælisfólkunum sín stuðul og heuvr hótt prestastýrið við at leggja uppí, um stýrið drepur mótmælisfólk. Hvítu Húsini hava sagt, at tey fara at raka stjórnina "sera hart", um hon drepur friðarligar mótmælisfólk, skrivar Reuters. Tað hevur øst politikkarar í landinum og formaðurin í iranska tinginum, Mohammad Bagher Ghalibaf hevur hótt USA og Ísrael við álopum, um USA loypir á Iran. Amerikanski herurin og Ísrael eru ”lóglig mál”, segði hann í røðu í tjóðartinginum, sambært AP-tíðindastovuni.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297