Elmar rann hvønn einasta dag í 2025

Elmar rann hvønn einasta dag í 2025
Í juni 2024 broytist lívið hjá Elmari Ósá óvæntað, tá hann fekk ein blóðpropp í hjartað. Eitt hálvt ár seinni setti hann sær eitt nýggjárslyfti fyri at betra um heilsuna.
 
05.01.2026 - 10:29

Nýggjársaftan rann Elmar Ósá síðsta teinin av einum nýggjárslyfti, hann setti sær fyri í 2025 - at renna hvønn dag.  Hann megnaði at renna 3000 kilometrar, sum svarar til umleið 8,2 kilometrar um dagin.

Orsøkina finna vit eitt hálvt ár frammanundan. Í juni 2024 varð Elmar raktur av einum blóðproppi í hjartað. Fyri ein barnalækna, sum til dagligt starvast við heilsu og vælveru hjá øðrum, var hetta ein skelkandi áminning um sín egna deyðleika.

Tá valdi hann at gera nakað við støðuna. Hugurin at styrkja hjartað og endurvinna heilsuna gjørdist drívmegin til serstaka nýggjárslyftið. Hann skuldi renna hvønn dag í 2025.

Elmar hevur mert stóran mun við at fáa rættan kost, taka heilivág og at venja. Í dag hevur hann tað gott, men hann fer ikki at gevast við at renna. Hann fer framyvir at venja øðrvísi við bæði renning, súkkling og svímjing, men málið er framvegis at venja hvønn dag.

1786332

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117