Trý ferðsluóhapp í hálkuni í gjár

Trý ferðsluóhapp í hálkuni í gjár
Ferðslan var tarnað av hálku og jarðroki í gjárkvøldið, sigur vakthavandi á politistøðini
 
03.01.2026 - 12:40

Ferðslan var tarnað av hálku og jarðroki í gjárkvøldið, sigur vakthavandi á politistøðini.

Trý ferðsluóhapp vóru, men eingin persónskaði.

Ein bilur fór útav á Sandavágshálsi og um sama mundi fór ein bussur hjá bygdaleiðum útav vegnum á vegastrekkinum millum Vágatunnilin og Leynatunnilin.

Ikki nógv fólk vóru í bussinum, sigur vakthavandi, og øll vóru fingin út í øllum góðum, áðrenn bussurin var fingin upp aftur á vegin.

Eisini var eitt ferðsluóhapp í Kalbaksbotni í hálkuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604