Filip Ilic skal royna seg í italskum flogbólti

Filip Ilic skal royna seg í italskum flogbólti
Filip Ilic flytir úr Mjølnir til Scalia Volley Sciacca, sum spælir í fjórðsterkastu italsku flogbóltsdeildini
Filip Ilic skiftir frá Mjølnir til italska felagið Scalia Volley Sciacca
Mynd: Mjølnir  
 
02.01.2026 - 14:18

Filip Ilic skiftir úr Mjølnir til Scalia Volley Sciacca, sum spælir í fjórðbestu italsku flogbóltsdeildini.

 - Míni mál eru at fáa mest møguligt burturúr hesum møguleikanum, mennast bæði sum leikari og persónur og samstundis leggja mítt til liðið. Eg síggi hetta sum eitt týdningarmikið stig í míni yrkisleið, sigur 19 ára gamli kanturin, sum hevur spælt við ÍF og Mjølnir, við Norðlýsið.

Skiftið er komið í lag ígjøgnum umboðsmann, sum millum annað fylgir NEVZA-kappingunum. Føroyar hava verið vertur fyri U19-kappingini seinastu tvey árini, og umboðsmaðurin hevur eisini sæð Filip Ilic á A-landsliðnum í Silver League. Norðlýsið skrivar, at fyrrverandi Mjølnir- og landsliðsvenjarin, Christian Imhoff, eisini hevur verið við til at fáa skiftið í lag.

Italia er stórt flogbóltsland og er í løtuni heimsmeistaru hjá bæði kvinnum og monnum. Serie B, sum fjórðbesta deildin kallast, verður sambært Flogbóltssambandinum nógv nýtt sum menningardeild og lopfjøl til ovaru deildirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604