Tú kanst gleða teg til Jól á Quiztinum

Tú kanst gleða teg til Jól á Quiztinum
Jólahýrurin er í hásæti, tá Siri Súsonnudóttir Hansen, Eiler Fagraklett, Joana Johansen og Ásbjørn Bertholsen halda jól og kappast á Quiztinum
Jólahýrurin er í hásæti, tá vit halda Jól á Quiztinum: Eiler Fagraklett, Siri Súsonnudóttir Hansen, Joana Johansen og Ásbjørn Bertholsen
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
23.12.2025 - 11:35

Hvat veitst um jólini?

Tú kanst royna tína vitan um jólini, tá vit halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ómøguligt, ið onkursvegna hevur samband við jólini.

Jólahugnin og góði hýrurin eru eisini í hásæti, tá væluppløgdu luttakararnir fara at royna seg. Annað liðið verður mannað av Siri Súsonnudóttir Hansen og Eiler Fagraklett, ið eru millum mest jólaligu føroyingarnar. Hitt liðið er sett saman av Joanu Johansen og Ásbirni Bertholsen, ið eru lærarar á Tórshavnar Musikskúla. Og fyri sangarar, tónleikarar og tónleikalærarar eru jólini ein serlig høgtíð - og tað merkist aftur á Quiztinum.

Jól á Quiztinum verður send í dag klokkan 17:05 og tøk á kvf.fo klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221