Orkudrykkir fáa aldursmark

Orkudrykkir fáa aldursmark
Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir
Orkudrykkur.
 
23.12.2025 - 07:07

Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð frá Tilfeingis- og Vinnumálaráðið, um aldursmark fyri at keypa orkudrykkir.

Aldursmarkið er 18 ár.

Sambært kunngerðini er orkudrykkur leskidrykkur, har koffeininnihaldið er yvir 15 milligramm fyri hvørjar 100 millilitrar.

Sølustøð eiga týðiliga at gera vart við hetta við merki á skelti, sigur kunngerðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252