Viðgera pensjónsmálið í dag

Viðgera pensjónsmálið í dag
Landsstýrið skjýtur upp at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár
Pensjónsaldurin er á skránni hjá løgtinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2025 - 07:58

Pensjónsaldurin er á skránni hjá løgtinginum í dag.

Hetta er fyrsta viðgerð.

Landsstýrið hevur uppskot um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár. 

Pensjónsaldurin er 67 og eitt hálvt ár í dag. Og longu nú er ásett, at hann verður 68 ár í 2030.

Við nýggja lógaruppskotinum hækkar pensjónsaldurin upp í 68 og eitt hálvt ár í 2035.

 

Seta meiri ferð á

Síðani verður meira ferð sett á, og pensjónsaldurin verður 69 ár longu í 2038.

Sambært lógaruppskotinum skal avgerast í seinasta lagi 1. januar í 2031, hvør pensjónsaldurin verður í 2041. 

Og í seinasta lagi 1. januar í 2034 skal avgerast, hvør hann verður í 2044.

Fyribils metingin hjá landsstýrinum er, at hækkaði pensjónsaldurin úr 68 árum upp í 69 ár betrar almenna raksturin 70-100 mió. kr. um árið. 

Tá eru avleiðingar fyri Samhaldsfasta ikki taldar við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391