Noreg og Russland samráðast enn um fiskiskap í Barentshavinum

Noreg og Russland samráðast enn um fiskiskap í Barentshavinum
Enn er einki úrslit, men bæði londini eru samd um, at alneyðugt er at varðveita samstarvið um at umsita fiskin og stýra fiskiskapinum í Barentshavinum
Fiskiveiðisamstarvið millum Noreg og Russland um Barentshavið byrjaði í 1974.
 
16.12.2025 - 08:23

Noreg og Russland samráðast enn um fiskiskapin í Barentshavinum næsta ár.

Øll seinasta vika var sett av til samráðingarnar, sum eru talgildar.

Men enn er einki úrslit, og samráðingarnar halda fram.

Ikki fyrr enn tær eru lidnar, sendir norska fiskimálaráðið tíðindaskriv.

Fyrr enn tá hevur tað onga viðmerking, segði tíðindatalsmaðurin, Emil Bremnes, við Fiskeribladet í gjár.

Bæði londini eru samd um, at alneyðugt er at varðveita samstarvið um at umsita fiskin og stýra fiskiskapinum í Barentshavinum.

Tað hevur verið í stívliga hálvthundrað ár. Tað byrjaði í 1974.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738